þriðjudagur, apríl 05, 2005

Ég er loksins kominn með textann við Nornagests rímu. Þetta er færeyskur vikivaki sem má, eins og áður hefur verið getið, finna sem leynitrakk á Disknum How Faar To Aasgard með Tý. Vikivakar þykja mér skemmtilegir, sérlega færeyskir, enda er færeyska yndislegt tungumál. Ég kann Hera Johensen, söngvara og gítarleikara Týs bestu þakkir fyrir sem og aðstandendum heimasíðunnar www.tjatsi.fo. Viðlagið hef ég skáletrað. Þeim sem óska að læra lagið bendi ég á að verða sér annað hvort út um diskinn eða tala við mig. Emillinn er einarsteinn@hotmail.com Og njóti nú hver sem vill:

Nornagests ríma.
Eitt er frøðið um Nornagest,
-Lat tær ráða ráðgerð í vanda
-tílíkum góðum gekk hann næst.
-Hvør ein svein geri so.-
2.
Oksar tólv vóru leiddir á torg,
og so fram á fríðu borg.
Hvíti kjólin nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni
Kallur kom heim við ungum syni
Kelling situr so hákonu blíð
Hvíti kjólin nívir niður frammi

3.
Kongur ætlar at høgga teir,
tílíkum góðum gekk tað við gleim.
4.
Kongurin hjó so mikið høgg,
at blóðið dreiv um benjar døgg.
5.
Allir duttu teir deyðir niður,
øksin stóð í stokki við.
6.
Allir lovaðu hilmarhøgg,
blóðið dreiv um benjar døgg.
7.
Har kom kall við høkir tvær,
studdist so fast á báðar tær.
8.
Kongurin kvøður kalli blítt:
"Hví lovar tú ikki høggið mítt?"
9.
!Ivri, harri, var høggið títt,
í forðum sá eg vænari slíkt.
10.
Hoyrt hevur tú gitið Sjúrð svein,
Hann var so frægur í heimi ein."
11.
Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjúrður høgg ormin í miðju sundur."
12.
"Kanst tú siga frá Sjúrði svein,
hann var frægur av fornum ein."
13.
"Tað kann eg siga Sjúrði frá,
tílíkan eingin við eygum sá.
14.
Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjúrður høgg ormin í miðju sundur.
15.
Høgni var ein heiðursmann,
ljótan av lit so kendi eg hann.
16.
Gunnar var so reystur og ríkur,
Fróður og blíður og Gunhild líkur.
17.
Fróður og blíður og Gunnhild líkur,
seint man føðast annar slíkur.
18.
Faðir mín átti fridligt bú,
fjól tað mikið um manga kú.
19.
Eg sat á skógvi og goymdi hest,
helst tá veðrið var best.
20.
Allir sita í saðli teir,
Høgni, Gunnar og Sjúrður svein.
21.
Riðu teir um díkið heim,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
22.
Riðu teir um díkið tá,
eg var svein og sá hará.
23.
Gunnars hestur sprakk um fyrst,
Gunnar kendi væl tann dyst.
24.
Høgna hestur sprakk um tá,
Grani fast í feni lá.
25.
Sjúrðar hestur sprakk um síðst,
hann gjørdi so glaða góðmærs list.
26.
Grani fall í fenið fast,
galtagjørðin sundur brast.
27.
Allir stigu úr søðlum teir,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
28.
Allir toga í dýran hest,
Sjúrður togar í teymar mest.
29.
Ofta havi eg um díkið trott,
bæði dag og døkka nátt.
30.
"Gestur, ger mær viljan ein,
tú tvá mín góða gangara rein'
31.
Silgjan,ið sundur brast fyri mær,
hana, Gestur, gevi eg tær."
32.
Riðu so fram at eini á,
eingin kundi til manna sjá.
33.
Eg tváaði hans brost og bringu rein',
hans lær og legg og langa bein.
34.
Góðan gangara gjørdi eg rein',
síðan hevði meg Sjúrður til svein.
35.
Vær riðum so fram á Fovnis ból,
har skein sól sum geisar av sól.
36.
Eg tók eitt hár av sama hesti,
Tað var sítt og vaksið mest.
37.
Eitt var hár í hala á hesti,
tað var favn og feti mest.
38.
Tað var favn og feti sítt,
glógvaði rætt sum silvur hvítt.
39.
Eg havi í forðum farið vítt,
ei funnið ljós og lívið mítt."
40.
Kongur gav honum skaft og skeið,
og sjálvur segði hann kalli leið.
41.
"Í Frakkalandi er vatnið vítt (vígt?),
har er ljós og lívið títt.
42.
Leingi kavaði kurtis mann,
áður hann beint á ljósið fann.
43.
Kørnar prestur skírdi hann,
tá leið lív, sum ljósið brann.
44.
Tá ið ljós í lyktu var brent,
tá var lív og levnað endt.

Engin ummæli:

Síðan er knúin af Blogger. Þórarinn Björn Sigurjónsson hannaði útlit.